Februar
Appearance
| << | Februar 2026 | >> | ||||
| Má | Tý | Mi | Hó | Fr | Le | Su |
| 1 | ||||||
| 2 | 3 | 4 | 5 | 6 | 7 | 8 |
| 9 | 10 | 11 | 12 | 13 | 14 | 15 |
| 16 | 17 | 18 | 19 | 20 | 21 | 22 |
| 23 | 24 | 25 | 26 | 27 | 28 | |
| MMXXVI | ||||||
Februar er 2. mánaði í árinum eftur tí gregorianska kalendaranum og er einasti mánaði, sum hevur 28 dagar (29 tá leypár er).
Hendingar í februar
[rætta | rætta wikitekst]- 1. februar í 1902 – fótbinding verður bannað í Kina; í 1908 – Carlos kongur og Luis prinsur í Portugal verða myrdir; í 1929 – Popey (Skipper Skræk) er at síggja fyri fyrstu ferð; í 1946 – norðmaðurin Trygve Lie verður valdur til aðalskrivara í ST; í 1965 – Martin Luther King verður handtikin eftir borgararættindagonguna í Alabama; í 1992 – friðaravtalan, sum ST fekk í lag, byrjar í El Salvador
- 2. februar í 1913 – Grand Central Station, heimsins størsta tokstøð, letur upp í New York; í 1915 – Týskland byrjar kavbátablokadu móti bretsku oyggjunum; í 1972 – Vetrar Olympiadan í Tokyo í Japan byrjar; í 1989 – suðurafrikanski forsetin Botha fer frá; eftirmaður hansara verður F.W. de Klerk; í 1990 – F.W. de Klerk hevjar bannið móti ANC, sum hevur vart í 20 ár
- 3. februar í 1911 – Ulrich Salchow verður fyri tíggjundu ferð heimsmeistari í listskoyting; í 1917 – USA kvettir diplomatiska sambandið við Týskland; í 1958 – fíggjarliga Benelux samgongan verður stovnsett; í 1966 – sovjettiskt rúmdarfar ger eina bleyta lending á mánanum; í 1969 – Yassir Arafat verður valdur leiðari í palestinska frælsisfelagsskapinum PLO; í 1981 – Gro Harlem Brundtland verður fyrsti kvinnuligi forsætismálaráðharri í Noregi; í 1989 – eitt hernaðarkvett støðgar einaræðinum hjá Alfredo Stroessner í Portugal; Stroessner sat við valdið í 35 ár
- 4. februar til 11. februar í 1945 – Jaltaráðstevnan byrjar: Her kjakast Roosevelt, Stalin og Churchill um týsku yvirgevingina; í 1946 – Juan Perón verður valdur til forseta í Argentina; í 1976 – Vetrar Olympiada í Innsbruck í Eysturríki byrjar; í 1999 – russar royna at skapa ein eftirgjørdan mána;
- 5. februar í 1922 – fyrsta útgávan av Reader's Digest (Det Bedste) kemur út í USA; í 1931 – bretski rasarakoyrarin Malcolm Campbell setur á Daytons nýtt heimsmet í at koyra skjótt á landi, ferðin hjá honum er 394 km/h; í 1987 – Iran fremur eitt rakettálop móti Bagdad í Irak; í 1994 – serbiskar mortaragranatir raka eitt marknaðarpláss í Sarajevo, sum er fult av fólki;
- 6. februar – samiskur flaggdagur; í 1919 – bolsjevikkar taka Kiev í Ukraina; í 1952 – enski kongurin George VI doyr, og Elisabeth II drotning tekur við; í 1957 - Gullstrondin fær fullveldi undir navninum Gana; í 1958 – flogfarið við ensku Manchester United umborð dettur niður, fleiri kendir leikarar lata lív; í 1968 – 10. Vetrar Olympiadan byrjar í Grenoble í Fraklandi;
- 7. februar í 1971 – sveitsiskar kvinnur fáa atkvøðurætt; í 1986 – forsetin á Haiti, Jean-Claude Duvalier, flýggjar til Fraklands; í 1999 – Hussein kongur av Jordan doyr 64 ára gamal;
- 8. februar í 1904 – Russiskt-Japanska kríggið brestir á; í 1974 – tríggir amerikanskir astronautar venda aftur til jarðar eftir at hava verið 84 døgn umborð á rúmdarstøðini Skylab; í 1985 – ANC-leiðarin Nelson Mandela sýtur fyri at sleppa leysur við teirri treyt at skula siga frá sær rættin at brúka vald; í 1992 - Vetrar Olympiada í Albertville í Fraklandi byrja;
- 9. februar í 1900 – Dwight Davis setur á stovn tenniskappingina Davis Cup; í 1927 – eftir harðar bardagar verður kollveltingin í Portugal niðurbard; í 1969 – amerianska Boeing 747, heimsins størsta rutuflogfar, fer sína jómfrúferð; í 1984 – sovjettiski leiðarin Andropov doyr. Eftirmaður hansara er Chernenko; í 1986 - halastjørnan Haley kemur nærri sólini enn nakrantíð áður;
- 10. februar í 1906 – skipið HMS Dreadnought verður sjósett; í 1910 – fyrsti kvinnuligi piloturin flýgur solo; í 1923 - týskarin Wilhelm Röntgen, ið uppdagaði røntgenstrálur, doyr 77 ára gamal; í 1953 – felagsmarknaður fyri kol og stál verður settur í verk millum fýra evropeisk lond;
- 11. februar í 1928 – í St. Moritz í Sveis byrjar 2. Vetrar Olympiadan; í 1929 - í Italia undirskriva Mussolini og pávin ein sáttmála, ið tryggjar fullveldið hjá Vatikaninum; í 1948 - sovjettiski filmsleikstjórin Sergej Eisenstein doyr; í 1984 – Irak bumbar ikki-hernaðarlig mál í Iran;
- 12. februar í 1924 – amerikanski pianisturin George Gershwin spælir fyri fyrstu ferð alment stykkið Rhapsody in Blue; í 1929 – Trotskij flýggjar til Turkalands; í 1947 – franski sniðgevin Christian Dior kemur við sýningini, hann kallar "Nýtt Look"
- 13. februar og 14. februar í 1945 - teir sameindu bumba Dresden í Týsklandi; í 1980 - Vetrar Olympiadan í Lake Placid í New York, USA byrja; í 1988 – Vetrar Olympiadan í Calgary í Kanada byrjar;
- 14. februar í 1919 – Fólkasamgongan verður stovnað; bolsjevikkar gera innrás í Estlandi; í 1952 - Vetrar Olympiada byrjar í Oslo í Noregi; í 1966 - Avstralia innførir desimalskipan í pengaverkinum; í 1989 - ayatollah Khomeini sendir út eina fatwa móti høvundinum Salman Rushdie;
- 15. februar í 1942 – Japan hertekur Singapor; í 1971 – Stóra Bretland og Norðurírland innføra desimalskipan í pengaverkinum; í 1989 – seinastu sovjettisku herdeildirnar fara úr Afghanistan. 10 ár var sovjettiski herurin í landinum; í 1999 – í Nairobi handtaka turkiskar serdeildir leiðaran í kurdiska arbeiðaraflokkinum, Abdullah Ocalan;
- 17. februar í 1958 – CND verður stovnað í London við sloganinum "Ban the Bomb"; í 1996 – rúmdarfarið NEAR verður sent upp;
- 18. februar í 1930 – amerikanski astronomurin Clyde Tombaugh finnur gongustjørnuna Pluto; í 1960 – Áttanda Vetrar Olympiadan byrjar í Squaw Valley í Kalifornia; í 1977 – deildir hjá Idi Amin myrða ugandiska erkabiskuppin;
- 19. februar í 1915 – bretsk skip skjóta eftir turkiskum skansum, ið verja Dardanellurnar;
- 20. februar í 1919 – afghanski emirurin verður myrdur; í 1920 – amerikansi polarfararin Robert Peary doyr 63 ára gamal; í 1948 – kommunistarnir taka valdið í Kekkoslovakia; í 1962 – Astronauturin John Glenn gjøgnumførir við 3 ferðum um jørðina fyrstu amerikonsku rúmdarflúgvingina; í 1971 – Idi Amin tekur valdið í Uganda;
- 21. februar í 1916 – bardagin við Verdun byrjar við einum týskum álopi og heldur fram til tann 18. desember; í 1965 – Malcom X, svartur leiðari í USA, verður myrdur í New York; í 1972 – amerikanski forsetin Richard Nixon byrar vitjan sína í Kina; í 1990 - Namibia í Afrika gerst eitt fullveldisríki;
- 22. februar í 1991 – irakiskar deildir seta eld á oljubrunnarnar í Kuveit, tá ið tær taka seg úr landinum;
- 23. februar í 1913 – frákoyrdi forsetin í Meksiko verður skotin; í 1981 – sivilgardan herjar á spanska tingið – Cortes – eftir eina miseydnaða kvettroynd; í 1994 – vápnahvíld millum Serbia og Kroatia í Bosnia; í 1999 - Stóra Bretland beinir fyri allari sínari goymslu av minum ætlaðum herfólki til gongu;
- 24. februar í 1903 – bretskar hernaðardeildir søkja at "øra mullah'inum"; í 1986 – Marcos flýggjar úr Filipinunum, og Corazon Aquino verður tikin í eið sum forseti landsins; í 1987 - Tower-nevndin leggur fram sína frágreiðing um Iran-contra-gøluna; í 1991 – herdeildirnar undir amerikanskari leiðslu fara undir landátakið móti irakiska herinum;
- 25. februar í 1990 – Violetta Chamorro, sum fær stuðul úr USA, vinnur valið í Nikaragua;
- 26. februar í 1936 – Volkswagen letur upp sína fyrstu verksmiðju í Týsklandi; í 1993 – bumbuspreinging í World Trade Center í New York City;
- 27. februar í 1900 – enski Labour-flokkurin verður stovnaður; í 1933 – týska tingið – Ríkisdagurin – brennir í grund; í 1935 – Shirley Temple er higartil yngsti persónurin, sum vinnur ein Oskar; í 1976 – Polisario Front lýsir Vestursahara sjálvstøðugt at vera; í 1997 – bretskir ílegugranskarar hava klonað ein seyð
- 28. februar í 1986 – svenski forsætismálaráðharrin Olof Palme verður myrdur; í 1991 – Flógvakríggið endar
- 29. februar í 1956 – sovjettiski leiðarin Nikita Khrusjtjov forkastar politikkin hjá Stalin
| Januar | Februar | Mars | Apríl | Mai | Juni | Juli | August | September | Oktober | November | Desember |

